Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráð hevur einmælt mælt til at fara undir at fyrireika eina svimjihøll við 50 metra hyli, sigur nevndarformaðurin Jógvan Arge.

Nevndin samtykti at játta 500.000 krónur til fyrstu fyrireikingarnar av høllini, sum tørvur er á og nógv ynski eru um. Ein kommunal bygginevnd skal í fyrsta umfari útvega byggiskrá og kostnaðarmeting.

Mentamálanevndin hevur ikki tikið støðu til, hvar høllin verður bygd. Havnar Svimjifelag hevur av sínum eintingfum víst á møguleikan at byggja slíka høll við núverandi svimjihøllina í Gundadali. Hetta uppskot verður partur av grundarlagnum fyri víðari arbeiðnum við nýggju svimjihøllini í Havn.

Ein hugsan er, at 50 metra hylurin í høvuðsheitum verður brúktur til venjingar og kappingar eins og dagliga skúlasvimjing, meðan núverandi høll við 25 metra hyli, kavingarhyli og smærri hyljum verður staðið, har almenningurin framvegis fer at svimja. Hetta fer at geva báðum pørtum betri umstøður, sigur Jógvan Arge.

Málið um at fyrireika nýggju svimjihøllina hevur eisini verið í fíggjarnevndini og fer nú í býráðið til endaliga samtykt.

A fíggjarætlan býráðsins fyri árið 2012 eru settar av 5 mió kr til ætlaðu svimjihøllina.

 

Tilfarið, sum Havnar Svimjifelag av sínum eintingum hevur gjørt, kann síggjast her