HS fekk 39 gull, 22 gull og 15 bronsu
Við 76 heiðursmerkjum otar HS seg nærri ovasta toppinum hjá teimum ungu.
HS fekk í vikuskiftinum sítt besta samlaða úrslit í meistaraskap fyri ung í fleiri ár. Allur HS hópurin hevur ment seg nógv undir leiðslu av Rannvá Jacobsen, Høgna Mikkelsen og Christian Tessner.
Hesi trý hava, við stuðli av einum hópi av ágrítnum foreldrum, gjørt eitt megnar arbeiði til at fáa hetta at bera til.
Tað er ein fragd at síggja hvussu hesi ungu hjá okkum taka til sín og vilja svimjingina enn meiri eins og okkara eldru svimjarar, sum eru byrjaðir at gera seg galdandi uttanfyri landaoddarnar eisini.
Størstu medaljuslúkararnir hjá HS til hesa kappingina vóru:
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard 14 gull (Bólkur 2)
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 10 gull (B3)
Óli Mortensen 4 gull, 3 silvur og 1 bronsu (B1)
Marius Ihlen Garðshorn 3 gull, 3 silvur, 1 bronsu (B2)
Birni 3 gull, 2 silvur, 1 bronsu (B3)
Markus Joensen 4 silvur og 1 bronsu (B1)
Beinta Debess 3 silvur (B1)
Stafettirnar hjá bæði gentum og dreingjum vunnu íalt 5 gull, 5 silvur og 5 bronsu. Hetta vísir, at vit hava ikki bert einkultar góðar einstaklingar, men eisini eitt høgt støði á samlaða hópinum.
Meiri kunning um MU 2011 sæst á: www.svimjing.com
Komandi vikuskifti er Havnin karmur um FM/JM, og tá skulu okkara svimjarar aftur í hylin at kappast. Hendan kappingin er fyri allar svimjar sum hava klára bronsunálatíð í eini grein.
Tað verður spennandi at síggja hesi ungu, saman við okkara eldru svimjarum komandi vikuskifti, fara í hylin at svimja enn fleiri heiðursmerki til HS – HAR TEY HOYRA HEIMA.
Jákup J.