Hey øll
Í sambandi við at vit fara til Klaksvíkar til svimjikapping, skal boðast frá at koyra norður í privatbilum leygarmorgunin.
Leygardagin
Fyrrapart byrjar upphitingin kl. 09.30 og kappingin byrjar kl. 11.00.
Seinnapartin byrjar upphitingin kl. 16.30 og kappingin byrjar kl. 18.00.
Sunnudagin
Sunnudagin verður bert svomi seinnapart.
Upphitingin byrjar kl. 13.00 og kappingin byrjar kl. 14.30.
Vit búgva har vit plaga í barnagarðinum Mylnuhúsið, Mylnugøta 10 í Klaksvík.
Øll vera biðin um at hava matpakka við til fyrrapartin leygardagin.
Sum vanligt fáa vit góðan mat á túrinum. Somuleiðis fáa vit m.a. frukt
meðan kappingin er, so tað er ikki neyðugt við stórvegis av lummapeningi
– serliga nú tá svimjararnir eru givnir við at eta søtmeti í sambandi
við venjingar og kappingar.
Stutt um túrin
• Kostnaður kr 200,- fyri hvønn – skal gjaldast til Susanne.
• Góðan sunnan matpakka við til fyrrapartin leygardagin.
• Avtalað verður nærri hvør koyrir við hvørjum.
• Búgva í barnagarðinum Mylnuhúsið, Mylnugøta 10 í Klaksvík.
At minnast
• Undirlag og soviposa.
• Tannbust og klemmilsi.
• Svimjiklæði og handklæð. ( HS- drakt, T-shirt, shorts, svimjihettu)
• Heit klæði og húgvu.
• Eitt laaaaaaangt smíl og gott lag, sum heldur uml. 40 tímar, byrjandi so skjótt vit vakna leygarmorgunin.
Vinarliga
Susanne – tlf.22 08 43