SSF fer í næstum kring landið og hevur fundir við øll svimjifeløgini, har tosa verður við foreldur og nevndir. Tann 29. februar kemur so SSF til Havnar Svimjifelag.

 

Høvuðsendamálið er at koma nærri feløgunum og at fáa meira at vita, um tankar og ynski í mun til Svimjisambandið.

 

Tiltakið verður í kantinuni í Svimjihøllini.

 

Skráin verður fylgjandi:

kl. 18-19 Fundur við nevndina í HS
kl. 19-21 Foreldrafundur og skeið.

 

Evnini sum verða viðgjørd á foreldrafundinum eru:

  • Svimjigreinar og svimjikappingar
  • Svimjireglur og tíðtaking
  • Kalendarin í høvuðsheitum – hvat er fast á skrá fyri teir ymsu árgangirnar
  • Hvat krevur tað at vera svimjiforeldur.

 

Vónandi síggja vit nógv foreldur í kantinuni í svimjihøllini 29. februar kl. 19-21.