Tíverri mugu vit avlýsa skeiðið í lop av vippu. Fyrireikingarnar hava verið langar og drúgvar, og hetta sá út til at gerast eitt spennandi og stuttligt skeið. Eisini hevur stórur áhuga verið fyri skeiðinum hesar seinastu dagarnar, síðan tað bleiv lýst í faldaranum og á heimasíðuni.
Men her í 12. tíma eru órímilig krøv frá venjaranum orsøkin til, at vit nú mugu avlýsa tað.
Vit eru sjálvsagt sera hørm um at verða komin í hesa keðiligu støðu, og hava roynt at funnið eina loysn. Men við so stuttum skotbrái lukkaðist tað tíverri ikki.
Vit vóna at kunna bjóða undirvísing í Lop av vippu einaferð seinni.
Vit biðja orsaka óhepnar avleiðingar, sum hetta møguliga hevur havt fyri onkran.
Nevndin.