Í sambandi við at tað í ár eru 75 ár síðan Havnar Svimjifelag varð stovnað, verða ymisk tiltøk í svimjihøllini í Gundadali leygardagin 16. november.

Skráin:
kl. 9-11 Kappingarlið HS (1.-4.) morgunvenja og fáa morgunmat.
kl. 12-15 Svimjidagur (water action) fyri børn 12 ár og yngri í skúlaaldri úr øllum svimjifeløgum í landinum – í samstarvi við Svimjisamband Føroya.
kl. 15-17 Almenn móttøka … pinnamatur, fotoframsýning, tónleikur, ballónir og talur – øll eru vælkomin.
kl. 17-20 Masters kapping.


Spjaðið boðskapin!