Eitt insidara-tip til nýggjar (og onkrar gamlar) svimjarar og svimjiforeldur.

Á síðuni http://www.swimrankings.net kunnu tit síggja allar skrásettar tíðir frá kappingum í 25- og 50 metra hylum nøkur ár aftur.

  • Vel “Athletes” og “Search”, og skriva so eftirnavn (fornavnið er ikki altíð 100% rætt skrásett, men skriva bara ein part av tí).
  • Vel svimjara
  • Vel grein
  • So sæst eitt yvirlit yvir allar skrásettar tíðir.
  • Trýst á graf-myndina í høgra horni omanfyri tíðirnar, so sæst eitt grafiskt yvirlit yvir menningina.

 

Svimjarir kunnu eisini skráseta seg:

  • “Log in”
  • “Sign Up here”
  • Áset email + loyniorð, og vátta email.
  • Leita eftir svimjara (tær sjálv/um), og vel so “Get access” (við síðurnar av “Log Out”).