SVIMJISKÚLIN ER SKIPAÐUR EFTIR FØRLEIKA:
Svimjiundirvísingin er fyrst og fremst skipað eftir førleika og harnæst eftir aldur á børnunum. Hetta betrar um úrtøkuna hjá hvørjum einstakum, umframt, at tá støðið og aldurin ikki er ov breiður á liðunum, er tað munandi lættari hjá venjaranum at leggja ein skilagóðan venjingar- tíma til rættis. Tey ymisku førleikastøðini eru býtt upp í litir: Hvítt, Gult, Appilsingult, Grønt, Blátt og Reytt. Tá svimjihálvárið endar, meta venjararnir um støðið hjá hvørjum einstakum barni og avgera, hvar tey eiga at svimja.
TILMELDING TVÆR FERÐIR UM ÁRIÐ:
Hetta svimjiárið verður meldað til tvær ferðir, tvs. í august og í januar1 (tríggjar ferðir, um vit telja summarsvimjing við). Goldið verður fyri hálvt ár í senn, og tað ber ikki til at luttaka, fyrr enn HS hevur móttikið gjaldið. Tilmeldingin er bindandi tvs. at luttøkugjaldið verður ikki afturgoldið.