Aðalfundur Havnar Svimjifelags
Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 29. apríl 2015 kl. 19.00 í kantinuni í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum er:
Val av fundarstjóra
Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar
Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
Val av nevndarlimum
Val av grannskoðara
Innkomin mál
Ymiskt
Atkvøðurætt hava limir, ið eru fyltir 14 ár, og foreldur ella verji hjá teimum limum, sum ikki eru fyltir 14 ár. Foreldur ella verji hava eina atkvøðu fyri hvørt barnið, sum er limur.
“HS – stuðlar” hava atgongd til aðalfundin, men hava bert atkvøðurætt, um teir eru limir.
Havnar Svimjifelag