Meistarastevna fyri ung og juniorar 2016
SSF bjóðar aftur í ár til Meistarastevnu fyri Ung og Juniorar (MU/JM) í svimjing, sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll í døgunum 22. og 23. apríl 2016. Kappast verður í bólkunum 2, 3 og 4 umframt Juniorar. Tilmeldingarnar skulu vera við tíðum, ið svimjarin hevur svomið í hesum kappingarárinum, tað vil siga síðani 1. september 2015.
Kappingin fer fram soleiðis, at bólkarnir 2 til 4 kunnu verða savnaðir i ein riðil. Juniorar eldri og yngri kunnu somuleiðis verða savnaðir i ein riðil. Úrslitini og medaljur verða bólkabýtt (og Junior yngri – eldri).
Kostnaðurin fyri einstaklingakappingar er kr 25, og fyri liðkapping kr 75. Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn MU byrjar. Peningurin skal flytast á konto í Bank Nordik 6460 1518455 í seinasta lagið 21. apríl. Um svimjari ikki møtir, má læknaváttan fyriliggja, um ikki váttan fyriliggur, má felagið, ið umboðar svimjaran, bøta við kr 100 fyri hvørja kapping svimjarin er meldaður til. Um talan er um lið, ið ikki møtir til liðsvimjing, so má bøtast við 4 ferðir kr 100. Grodan tilmeldingarfílur verður sendur tykkum.
Hvørt felag skal hava 3 hjálparfólk.
Høvuðsdómarar verða Dan Hjelm og Elin Matras.
Tíðarætlan:
fríggjarmorgun 22. apríl Upphiting kl 08:30 Kapping kl 10:00
fríggjardag 22. apríl Upphiting kl 16:00 Kapping kl 17:30
Leygarmorgun 23. apríl Upphiting kl 08:00 Kapping kl 09:00
Leygardag 23. apríl Upphiting kl 14:30 Kapping kl 15:30 !
Nálir verða býttar út, upp til og við silvurnál við stjørnu. Vinarliga havi yvirlit við tykkum yvir svimjarar sum hava nátt nálatíðir.