…verður mikudagin 7. juni. Svimjararnir hugna sær í hylinum, meðan tey vaksnu fáa sær kaffi og okkurt gott av grillini. Og vónandi tíma foreldur at hjálpa til, so alt gongur sum smurt 🙂
Tit verða biðin um at siga frá, hvussu nógv tit eru í seinasta lagi mánadagin 5. juni kl 18.00, so vit kunnu skipa okkum.
Luttøkugjaldið er 25 kr. fyri hvønn, sum verður goldið kontant við inngongdina til Rúnu í Skála.
Vit hava brúk fyri, at foreldur/avvarðandi baka kakur (ca. ein kaka pr. lið). Og annars taka eina hond í, meðan tiltakið er við t.d. at blanda saft, grilla, skera grønmeti og rudda upp, tá alt er liðugt v.m.
Tey, sum hava hug til kaffi og/ella the – kunnu tit sjálvi taka fylta termokannu við? Vit hava ikki so góðar møguleikar at gera nógv kaffi skjótt 🙂
Kunning er eisini løgd út á allar facebook-bólkarnar
———————————————————————————————————-
SKRÁIN: (nøkur svimja fyrsta tíman, meðan hini fáa sær at eta, og so umvent seinna tíman)
Kl 16.45 – 17.00
Møta Hvít, Grøn, Reyð og kappingarlið í gongini – gjalda og fara at skifta í svimjiklæðir
Kl 17.00 – 18.00
Møta Gul, Appelsingul og Blá – gjalda, og møta í túninum uttanfyri og fáa sær okkurt gott frá grillini
Kl 17.00 – 18.00
Hvít, Grøn, Reyð og kappingarlið svimja og spæla í svimjihøllini – tey hvítu við lítlu hylarnar, og hini við kappingarhylin
Kl 18.00-19.00
Vit býta um: Hvít, Grøn, Reyð og kappingarlið møta við grillina, og Gul, Appelsingul og Blá
møta við hylarnar í svimjiklæðum – tey gulu við lítlu hylarnar, og restin við kappingarhylin
———————————————————————————————————-