Í dag fóru 19 svimjarar á 3. og 4. liði hjá HS til Danmarkar, har tey fyri fyrstu ferð sleppa at royna seg í svimjikapping uttanfyri landoddarnar. Tað verður eitt strævið vikuskifti hjá teimum – og tey leypa í hylin til fyrsta umfar beinanvegin sum tey koma til Køge. Men tað er eisini ætlanin at fáa eitt gott og stuttligt upplivilsi burturúr. Nógvir aðrir svimjarar úr Føroyum luttaka, og kanska okkurt heiðursmerki kemur heim við flogfarinum mánadagin?

Til ber at fylgja við á Livetiming her.

Tey, sum luttaka frá Havnar Svimjifelag eru:

Jóhannis Erlendsson, 2003

Jónas Lindenskov Schiller, 2003

Óðin Jákupsson, 2002

Pætur Højgaard Weihe, 1999

Høgni Hoydal Thomassen, 2002

Pauli Jacobsen, 2002

Símun G. Nielsen, 2005

Erling Erlendsson, 2007

Bjørg Ólavsdóttir, 2004

Elisabeth Erlendsdóttir, 2005

Kristina í Skála, 2005

Nancy N. Dam, 2005

Ró Holm Magnadóttir, 2002

Signa Vár Dávadóttir, 1998

Anna Højgaard, 2004

Bára D. Nattestad, 2004

Jóhanna H. Eidesgaard, 2004

Miriam Mortensen, 2004

Oddvá Sedea D. Nattestad, 2006

 

Jóannes Huusgaard á Fløtti og Ragnhild Petursdóttir Østergaard eru við sum venjarar. Hartil eru nøkur foreldur við sum áskoðarar og hepparar 🙂

 

Av tí at konfirmanta-legan eisini er hetta vikuskiftið, so eru 4 svimjarar, sum tíverri ikki kunnu luttaka, men tey eru allarhelst við, um HS aftur fer til Køge Open í 2018. Tey eru:

Dánjal L. Olsen

Maria Suma Poulsen

Niklas Jógvan Arge

Ronja Ró í Dímun