Jóannes á Fløtti verður nú høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Hann tekur við sum nýggjur høvuðsvenjari beinanvegin. Samstundis gevst Oleksii Ilchencko, ið hevur verið høvuðsvenjari síðani august í fjør.
Jóannes á Fløtti er 34 ára gamal og uppvaksin á Argjum. Sum ungur hevur Jóannes svomið í mong ár í Havnar Svimjifelag. Longu sum 15 ára gamal byrjaði hann at venja svimjarar á yngru liðunum hjá HS, og hevur síðani verið ígjøgnum alt felagið. Heilt frá teim yngstu í Skvatl & Spæl og upp til 3. – 4. lið, har hann hevur verið venjari seinastu trý árini. Harumframt hevur Jóannes tikið sær av praktiskum uppgávum í felagnum eitt nú í sambandi við venjingarlegur, kappingar og hugnaløtur. Umframt drúgvu royndirnar innan svimjivenjing, tekur Jóannes í løtuni venjaraútbúgving, sum ÍSF í samstarvi við Dansk Idrætsforbund DIF, skipar fyri.
Takið væl ímóti Jóannesi.
Nevndin
Havnar Svimjifelag