Dánjal Norðberg (t.v.) og Sverri Mortensen (t.h.) (Mynd: in.fo)
2. januar andaðist Sverri Mortensen 98 ára gamal. Sverri var av Argjum og var ein kendur maður í Havn. Best var hann helst kendur sum smiður og fyri tiltikin góð evnir at arbeiða uppá motorar og kanska serliga bilar og motorsúkklur.
Men fyri flestu okkum, ið hava dagliga gongd í svimjihøllini í Gundadali, var Sverri best kendur sum svimjari. Hann var dagligur gestur í svimjihøllini, frá tí at hon lat upp í 1982, til hann, fyri fáum árum síðan, mátti gevast vegna aldur. Hann var fastur fúsur í hitarúminum og altíð fyrikomandi og prátingarsamur. Sverri svam trúliga sínar tjúgu longdir, heilt til tað til endans fór at standa á at ganga oman til hylin.
“Eg byrjaði at svimja her, tá høllin á fyrsta sinni lat upp 18. desember 1982, men tað var á Argjum, at eg lærdi at svimja. Tað gjørdi eg, tá ein nýggjur skúli varð bygdur har í 78-79. Tá var ein svimjihylur eisini gjørdur”, segði Sverri við in.fo í 2015.
Tá Norðurlendska Meistarastevnan fyri Masters var í Gundadali í oktober í 2015, luttók Sverri fyri Havnar Svimjifelag, har hann vann gull í 100m frí í aldursbólkinum 90-94. Hann svam seg eisini til eitt bronsuheiðursmerki í einari 4x50frí liðsvimjing í aldursbólkinum 280-319 ár saman við m.ø. Dánjali Norðberg, sum síðani eisini er farin.
“Eg kendi Sverra frá almennu morgunsvimjingini í Gundadali. Eg fekk yvirtalað hann og Dánjal at luttaka fyri Havnar Svimjifelag. Teir vóru tá ávikavist 93 og 90 ára gamlir. Teir vóru eitt sindur trekir, men eg var inni á gólvinum hjá báðum og endin var, at eg fekk teir meldaðar til. Og tað var óført, tí teir vunnu hvør sína kapping og vóru ovurfegnir og erpnir av norðurlendsku gullheiðursmerkjunum”, sigur Erling Eidesgaard, ið var formaður í Havnar Svimjifelag tá.
“Tað er ein ótrúlig kensla við tveimum heiðursmerkjum um hálsin”, segði Sverri við Kringvarpið á hátíðarløtu í kaffistovuni í svimjihøllini aftaná norðurlandameistarastevnuna.
Tá Sverri gavst at svimja bjóðaði hann morgunmat í kaffistovuni, og hann vitjaði onkuntíð aftur til ein kaffimunn.
Havnar Svimjifelag minnist Sverra við virðing.