Havnar svimjifelag leitar eftir fysiskum venjara at byrja sum skjótast.
Vit kalla uppgávuna at vera 3S-venjari, ið stendur fyri Skaðafyribyrging, Styrkivenjing, Strekk. Svimjararnir í Havnar svimjifelag venja í hylinum upp í 11 ferðir um vikuna og so styrkivenjing afturat.
Starvið er parttíðar starv við skiftandi arbeiðstíðum.
3S-venjarin fer í samstarvi við venjingartoymið at leggja landsvenjingina til rættis. Aldursmunurin er stórur, frá heilt ungum svimjarum til vaksnar svimjarar. So tað at læra og útbúgva svimjararnar er ein stórur partur av uppgávuni.
Skaðafyribyrgingin hevur alstóran týdning bæði viðvíkjandi landsvenjingini og svimjivenjingini.
Styrkivenjingin er í okkara egna styrkirúmi og í Burn.
Strekk ella útstrekking er ein stórur partur av svimjivenjingini, bæði áðrenn og eftir at vant hevur verið í hylinum.
Vit hugsa okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur ítróttabakgrund, og eina góða fatan av hvat krevst at gerast millum tey allarbestu í einum ítrótti,har tað verður vant hart.
3S-venjarin hevur møguleika til sjálvur at leggja starvið til rættis soleiðis, at tað er best hjá báðum pørtum. Vit vóna at fáa 3S-venjaran at byrja sum skjótast.
Vilt tú vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at venda tær til:
Jon Hestoy
Høvuðsvenjari, Havnar svimjifelag
jon@hestoy.fo
Tel. +298 594555
Umsóknin kann sendast til:
Havnar svimjifelag, Postboks 1205, FO-110 Tórshavn
ella bjorg0203@gmail.com