Nógv fólk møttu til endabrestin hjá HS í dag (20. mai) kl. 18. Veðrið var av tí allarfagrasta og tvær stórar gassgrillir vóru stillaðar upp uttan fyri svimjihøllina. Røðin tóktisk ongan enda at fáa og var tað mesta av tveimum tímum støðugt 10 metrar long. Tá grilllirnar slóknaðu vóru umleið 200 burgarar og 50 pylsur grillað og etin.

 

Aftaná hugnaðu tey yngstu sær í hyljunum og svumu eisini kapp. Trý tey fremstu í hvørjum bólki fingu heiðursmerki. Onkur av teim eldru endaðu eisini í hylinum – í klæðum. Tiltakið endaði um 9 tíðina.

 

Nakrar myndir frá endabrestinum kunnu síggjast her:

 

Myndir frá endabresti