Klokkan var júst farin av 06.30 í morgun – mikumorgun
9. september 2009.

Tá flestu av okkum framvegis svóvu í morgun, sótu 4 av okkara
hugagóðu svimjarum av 1. liði longu og togaðu í ”árarnar” í rógvimaskinunum
hjá Havnar Róðrarfelag.

Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat tað er, sum fær vanliga skilagóð
ung fólk, at seta seg í eina rógvimaskinu so tíðliga ein vanligan mikumorgun, tá
annars vanligi føroyingurin svevur?

Væntandi fáa vit svar á hesum seinni í kappingarárinum.

Vit hava gjørt avtalu við HR, at royna teirra venjingarhøli í
sambandi við nakrar øðrvísi morgunvenjingar nú í byrjanini av kappingarárinum.

HR skal hava stóra tøkk fyri hendan møguleikan.

 

 

 

 

Á myndunum eru sitandi frá vinstru Magnus, Høgni, Katarina, Kristina
og Christian standandi.