Sunnudagin 20. september skipaði Føroya Triathlon Felag fyri triathlon kapping í Havn.
Kappast var á trimum teinum  – OL teininum, ½ OL (kallað sprint) og einum styttri sprintteini.

Nøkur svimjiforeldur við Evaldi á odda saman við Christiani møttu fús til verka hendan illfýsnað sunnudagin í svimjihøllini. Onkur hevði bakað kaku og gjørt kaffi, onnur taldu longdir meðan svomið varð og hjálptu til á ymiskan hátt.
Evald hevði skaffað súkklur, hjálmar, pumpaði dekk, smurdi ketur, justeraði setur, bremsur, gear og til seinast í øllum hesum hjálpseminum, gloymdi Evald at fylla súkkluvatndunkin hjá sær sjálvum, og meta vit, at tað er helst orsøkin, til at tað ”bert” bleiv til eitt 3. pláss hjá honum hesaferð …!!

Svomið var í svimjihøllini í Gundadali, súkkla var millum rundkoyringarnar á Hálsi, við Skansan og í Hoyvík við Føroya Tele og runni var í økinum við Skórøktina.

Stutti sprintteinurin – svimjing 750 m, súkling 10 km, renning 3 km.

Luttakararnir á hesum teininum vóru allir úr HS. Guðrun Holm Jacobsen, Kristina Eliassen, Markus Joensen og Tummas Danielsen.

Gentirnar
Sum sangurin nevndur hjá Eyðuni Nolsøe ”Tær dansa eins og skuggar”, soleiðis gjøgnumførdu og stuðlaðu Guðrun og Kristina hvørja aðra allar tríggjar greinarnar til endan.
Svimjingin gekk lætt og svumu tær lið um lið allan teinin. Guðrun 2 sek. fyrr úr hylinum enn Kristina við tíðuni 10.40.
Skifti til súkkluna gekk skjótari hjá Guðrun og hevði hon nú ein mun á 18 sek.
Næstan 1 min. aftanfyri dreingirnar Markus og Tummas, fóru tær lið um lið á súkkluni í mótvindinum Yviri við Strond, við samanbitnum tonnum og kappingarneytanum í eygnakrókinum.
Tað sást, at tær høvdu sett sær hetta fyri at gjøgnumføra, so nú var bara at hanga í og stuðla hvøraðrari til fyrinun fyri báðar. Tað var skjótt at tær fyngu Markus og Tummas aftur, og skiftu tær frá súkkling til renning næstan 3 min. frammanfyri teir báðar.
Tær fylgdur somuleiðis í renningini, men móti endanum var tað Guðrun sum hevði meiri kreftir eftir og vann endaspurtin og kom á mál 2 sek. frammanfyri Kristinu við tíðini 1.00.26.

Dreingirnir
Tummas legði hart út og var 40 sek. frammanfyri Markus úr hylinum. Skifti til súkkluna gekk skjótari hjá Markus, so nú var javnt aftur. Markus var tann drúgvari á súkkluni. Teir súkklaðu á fjallasúkklum, og var tað tíðuligt, at fjallasúkklan ikki var tað besta amboðið til hetta arbeiði hendan dagin – ein kappsúkkla hevði lætt um í stríðnum hjá teimum í mótvindinum hendan dagin. Markus hevði lagt Tummas uml. 3 min. aftur um í súkklingini og økti hann hendan munin í renningini. Markus kom á mál við tíðuni 1.01.53.

 

Plaseringarnar vóru:

 

 

Sprintteinurin – svimjing 750 m, súkkling 20 km, renning 6 km.

Luttakararnir á hesum teininum vóru allir úr HS. Høgni Miné, Magnus Jákupsson, Óli Mortensen og Teitur Skoubo.
Tað vísti seg skjótt at kappingin um 1 og 2 fór at vera millum Høgna og Magnus. Teir svumu teinin javnir, Høgni var tann fyrri at nema kantin við tíðini 9.10 eitt sek. framman fyri Magnus.
Skifti til súkling gekk betur hjá Magnusi enn Høgna og fekk Magnus ein mun aftur til Høgna á uml. 1 min. og helt hann munin allan súkkluteinin.
Tað skuldi vísa seg at Høgni hevði rokna tað væl út. Tað var heilt skjótt, at hann fekk Magnus aftur í renningini, og legði hann Magnus afturum seg við uml. 3 minuttum og vann við samlaðu tíðini 1.22.01.

Kappingin um 3 og 4 plássið stóð millum Óla og Teitur. Óli svam væl og var hann bert 24 sek. aftanfyri Høgna og Magnus og var næstan 1 min. frammanfyri Teitur úr hylinum. Skifti hjá Óla gekk eisini 40 sek. skjótari enn hjá Teiti, so munurin millum teir báðar var næstan 2 min. tá Teitur setti seg á súkkluna. Óli økti munin í súkklingini, og var hann uml. 4 min. frammanfyri Teitur tá hann byrjaði at renna.
Hetta tók ikki móti frá Teiti. Hann leyp av súkkluni helt til beins, og vísti tað seg, at var nógv tann skjótasti rennarin í kappingini. Hann heintaði skjótt munin innaftur til Óla. Av onkrari misskiljing steðgaði máldómarin Teiti, tá hann manglaði 2 rundir, og misti hann kostbara tíð av hesum, áðrenn hann kom í gongd aftur at renna. Óli kom á mál á 3 plássið frammanfyri Teit, sum tá bert var ½ min. aftan fyri Óla.
Av hesum 4 var Teitur skjótasti rennarin við tíðini 0.27.25, hetta 10 sek. skjótari enn Høgni (við mistari tíð) sera sera flott (herðaklapp).

 

Plaseringarnar vóru:

 

 

OL-teinurin – svimjing 1.500 m, súkkling 40 km, renning 10 km.

Á OL-teininum vóru 4 luttakarar – Gunnar Dahl Olsen, Andrass Joensen, Evald Rasmussen og Jógvan Djurhuus.

 

Plaseringarnar vóru:

 

Hettar var ein sera hugnaligur dagur og skal Geyr Gilsteinson og Føroya Triathlon Felag hava stóra tøkk fyri, at svimjararnir fyngu møguleikan at vera við hendan dagin.
Eg skal heilsa frá fleiri av svimjarunum tað, at tit í Føroya Triathlon Felag kunnu róliga vera bangnir, tí vit koma aftur og helst við enn størri og nógv sterkari liði næstu ferð.

Flott avrik av svimjarunum –
STÓRT HERÐAKLAPP

Við kvøðu

Jákup  J.