Skrivað hevur Bjartur Mortensen
Fuglafjarðar svimjifelag skipaði fyri svimjikapping fyri bólk 3 og 4 í vikuskiftinum.
Havnar Svimjifelag luttók við 3. gentum og 7 dreingjum til kappingina.
Fleiri av okkara svimjarunum høvdu ikki svomið kapp fyrr, men løgdu teir óræddir til brots, og svumu nakrar rættuliga góðar kappingar.
Okkara besti svimjari á gentusíðuni, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, gjørdi ein ordans vørr, og vann hon ikki færri enn 5 heiðursmerki, harav eitt av gull, 3 av silvur og eitt av bronsu.
Tveir dreingir í bólki 4, megnaðu eisini at fáa heiðurmerki. Bárður E. Hansen vann gull í 33 rygg, og Jónathan Hayfield vann bronsu í 66 m. bringusvimjing.
Nakrir av svimjarunum vóru heldur ungir í mun til hinar svimjararnar í teirra bólki, men kláraðu teir seg tó væl í mun til aldurin, og fingu góðar tíðir.
Hóast 2 ár yngri enn hinar genturnar, svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard seg til eitt 5. pláss í 66 metra frí, har hon var heili 9 sekund skjótari enn næsti svimjari á hennara aldri.
FS skipaði eisini fyri eini mix stafett, við 2 dreingjum og 2 gentum á hvørjum liðið. Talan var um eina sera góða kapping við 12 liðum og svam liðið hjá HS seg til eitt 4. pláss. Flott. Flott.
Tann 24. Oktober verður svimjikapping í Leirvík fyri bólkarnar 2, 3 og 4.
Latum okkum tá manna eitt stórt lið, tí vit kunnu um vit vilja.