Í gjár var kapping fyri bólk 3 og 4 á Toftum. Vit vóru umboðað við 12 svimjarum og einari ørgrynnu av foreldrum og hjálparfólkum. Flott!
Samlaða úrslitið varð, at
Svimjifelagið Reki úr Leirvík ‘vann’ stevnuna við 8 gull, 6 silvur og 4
bronsu, meðan Suðuroyar Svimjifelag gjørdist nummar tvey við 6 gull, 7
silvur og 10 bronsu, og Svimjifelagið FLOT gjørdist nummar trý við 5
gull, 3 silvur og 3 bronsu. Jón Arni Hjelm úr Svimjifelagnum FLOT var
tann svimjari sum vann flest heiðursmerki: 5 gull og 1 silvur.
Úrslitini kunnu síggjast her: http://www.svimjing.com/files/urslit_FLOT-stevna_14_nov_2009-Offisiellur.html
Myndir frá tiltakinum síggjast niðanfyri.