Viðfest eru úrslit frá “SMS Christmas Sprint 2009” svimjistevnuni hjá Havnar Svimjifelag, sum hevur verið í Tórshavn nú um vikuskiftið. Hetta var nokk seinasta kapping har okkara svimjarar sloppu at svimja í ‘superdrakt’, og úrslitið varð eisini at minst trý juniormet vórðu sett. Birita Debes betraði um sítt juniormet í 50 rygg, við tíðini 29.46 har metið hjá henni frá landsdystinum herfyri var 29.62, og kláraði harvið eisini kravtíð til EM í Budapest í summar. Pauli Ø. Mohr setti við tíðini 30.09 juniormet í 50 bringu, har metið hjá Páli Joensen frá kapping í Vági í 2008 var 30.39. Og Magnus Jákupsson setti juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:09.14 har kravtíðin var 2:09.40. (Kelda: Svimjing.com)

 

Úrslit síggjast her:

http://www.svimjing.com/files/SMS_Xmas_Sprint_09_urslit.html