Magnus Jákupsson luttekur á RIG 2010 við ungdómslandsliðnum.

Magnus fór longu til Íslands seinasta fríggjadag 8. januar saman við ungdómslandsliðnum á venjingarlegu í Reykjavík, sum fyrieiking til hesa kappingina, og eisini til aðrar kappingar seinni í ár sum td. NUM í Norra í summar.
Hóast sín unga aldur, 15 ár, og at hann júst er fluttur upp í bólkin hjá teimum vaksnu, liggur hann sambært startlistanum í topp 3 í fleiri greinum, og tað má sigast at vera flott. Startlistin sæst á: www.aegir.is

Tað verður spennandi at síggja, hvat landsliðsvenjararnir úr Fuglafirði, Karina og Sonni, fáa trimmað hann til hesa vikuna upp til kappingina …

Magnus skal vera burtur í svimjiørindum í tvær vikur, fyrst við landsliðnum á venjingarlegu og til kapping og síðani beint til Akureyrar á venjingarlegu við HS í eina viku.

Magnus kemur til Føroya aftur saman við Óla Mortensen og Astrid Foldarskarð tríggjar dagar áðrenn øll hini, fyri at luttaka í analysuprojektinum hjá Esturlendska serfrøðinginum Rein Haljand, sum kemur til Føroya í vikuskiftinum 22. – 25. januar. Rein Haljand skal kanna nakrar av fremstu svimjarunum í Føroyum í samstarvi við SSF og svimjifeløgini – nakað av kunning um hetta sæst á: http://www.svimjing.com/2009/03/23/story/estiskur-professari-skal-kollvelta-foroyska-svimjing

 

Skrivað hevur: Jákup Jakobsen

Mynd: Rókur í Jákupsstovu