Havsvimjing hevur vundið upp á seg í Føroyum seinastu árini. Fleiri havsvimjingar annaðhvørt eru ella eru um at verða árliga afturvendandi – t.d. svimjingin um Nólsoyarfjørð, svimjingin á Jóansøku og svimjingin um Sundalagið. Tað frættist harumframt, at eisini aðrir teinar eru í umbúna – eitt nú um Skálafjørðin og millum Hest og Koltur.
Í fjør luttók Havnar Svimjifelag við uml. 20 svimjarum, tá svomið varð um Tvørafjørð á Jóansøku. Undirtøkan var sostatt stór og afturmeldingarnar hava verið jaligar. Tí hava vit avgjørt á fyrsta sinni at halda eitt heilt serligt havsvimjiskeið í mei og juni – har málið fyrst og fremst er at svimja um fjørðin á Jóansøku – hesuferð Vágsfjørður. Er hugur til tess, fara vit helst eisini at svimja aðrar teinar.
Havsvimjiskeiðið miðjar ímóti at menna førleikan hjá luttakarunum at svimja langtein á sjónum í drakt. Vant verður tvey kvøld um vikuna – við venjarum – í hylinum í Gundadali og tá viðrar verður harumframt svomið á sjónum í vikuskiftunum. Vit ráðgeva og royna at samskipa viðv. keypi av útgerð – draktum, handskum, hosum, húgvum, brillum og snorklum.
Vant verður fast týskvøld og hóskvøld kl. 20.30. Fyrstu ferð týskvøldið 11. mei og seinastu ferð týskvøldið 22. juni.
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 300,- per luttakara.
Tilmelding til skeiðið fer fram við at flyta pening á konto felagsins í EIK: 9181-1851103 í seinasta lagi 5. mei. Viðmerk “havsvimjing + navn á luttakara” – tað lættir um hjá kassameistaranum.
GG. Gjald er einasti háttur at melda til havsvimjiskeiðið.