Ein lítil frásøgn frá Jákupi Jacobsen:

“Var boðin til drekkamunn, ein vanligan mikumorgun kl. 07.30 í svimjihøllini.
Innast í kantinuni er eitt vældekkað borð – heimabakað rugbreyð, heitar frikadellur og reyttkál, ostur, súltutøj, ymiskar pylsur, sjokolátapálegg, kaffi te, mjólk og …….
Okkara elstu svimjarar hava just endað sína morgunvenjing.
Svimjararnir møttu kl. 05.30 hendan morgunin, og hava vant góðar 2 tímar og sita nú og koyra í seg av einum væl dekkaðum borði.
Svimjararnir reisa seg nú ein og ein til at gera seg kláran til ein langan dag við skúla og enn meiri venjing seinni í dag.

Aftur hendan morgunin hevur Susan Hestoy verið tíðliga á fótum, til at geva okkara røsku svimjarum ein væl uppibornan bita.
Susan hevur í heyst av sínum eintingum, so trúliga gjørt teimum morgunmat aftaná morgunvenjingarnar.
 
Aftaná at hava tikið av borðinum aftur eftir morgunmatin, rokni eg við at hon fer heim at geva manninum ein bita áðrenn hon síðani fer til arbeiðis ϑ.

Manga takk fyri ein góðan morgunmat.

Jákup J”