Mikukvøldið var hugnakvøld og fyrilestur fyri A- og B-liðsvimjarum
umborð á Norðlýsinum. Her eru nakrar myndir frá kvøldinum og niðanfyri
ein frásøgn, ið Jákup Jacobsen hevur skrivað:
Mikukvøld 15. desembur 2010
Formaðurin, Eyðun Húsgarð hevði bjóðað A & B-liðnum til náttverða hetta kvøldið aftaná venjing umborð Norðlýsinum, sum liggur í Vágsbotni í Havn.
Borðreitt var við lasagnu, salati og omaná fingu svimjararnir rísingreyt við kirsuberjasós.
Tá høvuðsrætturin var etin og formaðurin gjørdi klárt til rísingreytin, fingu vit vitjan av formanninum í svimjisambandinum Jon Hestoy.
Jon hugleiddi eina løtu um tað at vilja nakað og vilja tað nógv …. nógv meiri enn øll onnur, seta sær mál – høg mál og gera alt sum stendur í eins makt til at náa teimum.
Flest øllum kunnugt, hevur Jon verið eitt ikon í føroyskari svimjing og ikki heilt ókendur í útheiminum heldur fyri síni avrik.
Hann greiddi frá, tá hann í 1969 vann sítt fyrsta steyp sum kappsvimjari. Teir svumu á Trongisvágsfirði. Teir lupu á sjógv av kaiflakanum við gomlukai og svumu framvið nýggju kai út til seksæringin Grana hjá Gerhardi. Tann fyrsti, at nerta við Grana vann. Tá var ikki talan um svimjigreinar, undirvatnstøk ella annað, sum í dag verður kolldømt fyri, tað ráddi bara um at koma fyrst. Hetta at koma fyrst tendraði nakað í hesum unga svimjaranum av Tvøroyri.
Eftir hetta gekk tað slag í slag hjá unga Hestoy. Í 1964 hevði tey fingið ein 12,5 metra hyl á Tvøroyri, men ikki fyrrenn í 1972 byrjaði veruligar svimjivenjingar. Vant var tá einar 2-3 ferðir um vikuna íalt einar 2-3000 metur. Hettar ljóðar ikki av nógvum í dag, men tað var nokk til at hesin ungi ágrýtni tvørádrongurin longu í 1976 svam 100 frí uppá 1.00.9 í 12,5 metra hylinum har suðuri.
Sama árið svumu Jon og Høgni Mikkelsen tað famøsu duellina á Norðoyastevnu fyri gott og væl 600 áskoðarum. Úrslitið av hesi duellini koma vit ikki inn á her, og skuldi tað ganga 24 ár, áðrenn teir møttust aftur í Klaksvík í sama hyli, somu startskamlar … kropparnir nakað merktir av teimum 24 árunum, sum eru farin síðani 1976. Úrslitið av hesi duellini koma vit heldur ikki inn á her.
Í 1976 flutt hann til Danmarkar fyri at ganga í skúla og fór tá at svimja fyri AGF. Í 1977 kláraði kravtíðina til eina kapping til innandura DM, tað var 400 frí og gjørdist hann nr. 10. Longu árið eftir bleiv hann nr. 2 í 200 firvald til DM. Hann svam sjey ár í Danmark. Var eitt ár til Amerika at venja, har svam hann í Mission Viejo saman við nøkrum av teimum bestu og svakastu venjarum og svimjarunum í heiminum. Í hesum hópinum var einki sum var at hava ilt ella gevast av møði. Her svam man til man bleiv biðin um at støðga, áðrenn ein DOYÐI av møði – 15-20 km svimjing um dagin + styrkivenjing . Hetta ári metti Jón seg ikki svimja væl, men hart tað var tað. Afturkomin til Danmarkar var hann styrknaður so mikið uppá hettar árið, at hann náddi 7 donsk meistaraheiti og 8 donsk met + heimsmet í 24 tíma svimjing í svimjihyli við 89,174 km, og betraði hann heimsmetið við meiri enn 1 km. Jon gavst sum kappsvimjari á hægsta støði í 1983.
Tað sum gongur aftur og aftur, í frásøgnini er hjá Jon er, at tað er líka mikið um tú í 1982 æt Jon Hestoy og skal seta heimsmet í 24 tímar svimjing ella tú í 2010 eitur Pál Joensen og ætlar tær at vinna medaljur til OL í 2012, so er leisturin tann sami – sera hart og sera miðvíst arbeiði, har er eingin “short cut” – GLOYM TAÐ.
Á hesum støðinum eru tað nógvir dagar og nógvar venjingar á leiðini, har alt tykist totalt uttan meining, og alt sær út til ongan veg at ganga. Men megnar man tá at halda fokus og framhaldandi arbeiða málrættað, vera nærlagdur og ágrýtin, so kemur dagurin, har alt aftur eydnast og alt er bara fantastiskt. Tað eru hesar løturnar, at tit fara at merkja og upplivað, at tað er alt stríðið vert. Tað er ikki bara tann lítla løtan, men tit kunnu taka hesa løtuna og vónandi nógvar afturat við tykkum restina av lívinum, sum kunnu vera við til at menna og styrkja tykkum á lívsleið tykkara.
Minnist til, at tað er hvør tann einasti startur, hvørt einasta svimjitak, hvør einasta vending og hvørt einasta innslag, sum er tað mest umráðandi í allari svimjikarrieruni, sum fyreiking til tann næsta startin, næsta takið, næstu vendingina ella næsta innslagið. Sjusk í venjing gevur eina sjuskuta svimjikarrieru, so einkult er tað.
Jon endaði hugleiðingarnar við, hvussu hann føldi seg, tá hann kom aftur úr Amerika.
Sum eitt ódnarveður møtti hann til DM. “ je komi til DM og je skal morlað tigon sundur og je skal eta tigon ein og ein til mogunmat. Tað skal ongin f…. koma her og støðga mer, og gud náði tann syndiga kropp, sum bara hugsar tankan. Je skal svimja innslagið so hart, at kantur og tíðtakarar vera slongdir til h……… tá je komi á mál”.
Aftaná hendan mjúka pedagokiska enda, var klárt til rísingreytin og kirsubersósina formaðurin hevði sett á borðið, væl gagnist.
Ein hugnalig løta umborð á Norðlýsinum, og vit eru nú klár til, sum Jon so fitt segði, “at vit skulu m…. biiiip tykkum ….biiip biiiip …. fara til h….. biiiip biiip á mál” til kappingina í vikuskiftinum.
Vit í HS gleða okkum til at fáa vitan uttanífrá í vikuskiftinum, og ynskja øllum góða eydnu.
Jákup J – 16.12.2010