Dagurin í dag byrjaði kl. 06:30. kl.07:15 sótu øll við morgunmatarborðið.
Síðani gekk leiðin niðan í fjøllini, har vit skuldu skíða. Fyrst var tað langrenn. Vit skíðaðu nakrar rundir, og so nakrar sprintir og nakrar stafettir. Aftaná fóru vit inn í húsið, at fáa okkum ein bita. Haðani fóru vit til gongu oman eftir
`slalom-skíðunum´. Tá ið øll høvdu fingið skíðirnar, fóru vit at skíða. Tað gekk gott. Nú gongur væl hjá øllum. Eisini teimum, sum standa á skíð fyrstu ferð.
Klokkan 13.00 fóru vit í bilarnar og heim á Vallaraheimið. Tá ið vit vóru komin heim, fóru øll inn í kømrini at hvíla okkum.
Seinni fóru vit at svimjivenja í `Sundlaug Akureyri´, sum er svimjihylurin her í Akureyri. Í meðan vit svomu, gjørdi Erling karrybollar til døgurða á vallarheiminum. Tá hendi eitt lítið óhapp. Karrybrenningin (ið er tilætlað) gjørdist eitt sindur ógvuslig og setti roykvarnararnar á vallaraheiminum í gongd. Aðrir gestir gingu panikkslignir og runnu úti á gangunum, til vaktarfólk komu til staðið á tveimum hjólum. Tey kundu tó skjótt staðfesta, at tað bara var eitt sindur av “matosa” og eingin eldur. Karrybollarnir vóru ómetaliga fantastiskir. Faktiskt halda vit ikki vit hava smakkað betri karrybollar í lívinum nakrantíð ella nakrastaðni.
Áðrenn og aftaná døgurðan gjørdu vit skúlating og hvíldu okkum til kl. 21.15, tá tað varð innkallað til briefing, har vit fingu skránna fyri dagin í morgin. Vit skulu upp kl. 6.30 og sita í bilinum kl. 7.30. Tá fara vit aftur niðan í fjøllini at skíða. Í morgin verður tað skíð allan dagin og eingin svimjing.
Tann 20/2-2011
Genturnar á kamari 23 (Beinta, Lív, Rutt)