Who needs a lift?
Í morgun blivu vit øll vakt kl. 06.35. Tá ið øll høvdu etið, og gjørt seg kláran, fóru vit við bussinum niðan til eina heldur óvanliga skíðvenjing. Venjingin gekk út uppá, at vit skuldu ganga í langrennskíðum allan vegin niðan á toppin – 480 metra hæddarmunur, eitt maksimalhall á 22 stig og miðalhall á góð 15 stig. Tað gekk gott hjá næstan øllum, men hjá onkrun (Edit) gekk ikki heilt sum ætlað í tí brattasta. Tá ið hon næstan var komin niðan ígjøgnum tann fyrsta bakkan, gleið hon og fór skreiðandi allan vegin oman aftur, og tað hendi ikki minni enn tríggjar ferðir, men hon kom helduvís heilt uppá toppin.
Dreingir: Nr.1 Guðmundur
Gentur: Nr.1 Annika
Dánjal og Marius vóru teir einastu dreinginir, ið ikki snýttu, við at taka skíðurnar av. Ongar gentur snýttu ella tóku skíðurnar av, bara tær, ið høvdu fingið loyvi til tað.
Tá ið øll vóru komin oman aftur í smáttuna, fingu vit okkum ein bita at eta. Síðani var slalom-skíðing á skránni. Tað gekk gott, men veðrið var ikki heilt til vildar. Tá ið klokkan var vorðin 14.30, kom bussurin eftir teimum dreingjunum, ið skuldu í fitness-centre. Men øll fóru heim tá, og eingin bleiv verandi har uppi til kl. 17.00, sum ætlað. Heimkomin høvdu vit nakrar tímar fyri okkum sjálvi, til døgurðin var klárur kl. 18.30. Kl. 20.00 var briefing har vit fingu at vita, hvat vit skulu gera í morgin. Aftaná kom Guðmundur at siga frá hansara ítróttalívið. Vit fingu eisini frugtsalat.
Góðanátt!!!
Genturnar á kamar 23 (Lív, Rutt og beinta)
Skrivað við iPod Touch.