Tann reyðhærdi hanin gól klokkan 7.15, og tey væl úthvíldu eyguni í kamarið 20 kagaði undan dýnunum. Sjálvt um øll høvdu fingið eitt sindur longur av hvíld enn vanligt, rann tað enn kalt niður at bakinum tá ið hurðin buldraði upp fyri útpurring.
Ein løgin kensla var í maganum tá ið øll sótu til borðs, tann kenslan at hendan venjingarlega næstan longu var komin at enda. Men hendan búkilska ávirkaði ikki matarlistin petti, tí eins og allir aðrir morgnar bleiv skrætt í seg.
Klokkan 8.05, vóru øll mett og væl sett, og leiðin gekk niðan ímóti teimum kavakløddu tindinum. Tað hevði kavað ígjøgnum náttina, og tað latst sum at tað var nógv av vindi. Men tað var ikki fyrr enn vit stóðu klár til langrenn, at vit varnaðust hvussu nógvur vindur var, og sum um tað ikki var nokk, fingu vit at vita at eingin bani var fyrireikaður til skíðing. Men her var eingin góða mamma, á við skíðinum og út at koyra rundir.
Tað er torført at greiða frá hvussu vánaligar umstøður tað vóru fyri skíðing hendan morgunin. Allur banin var glerstoyttur, og tað var ein bardagi at berjast ímóti vindinum, sum royndi at skumpa teg av bananum, eins og tann reyðhærdi maður royndi at skumpa teg úr songini um morgnarnar.
Summi megnaði ikki meira enn eina rundu hendan morgunin, og vóru tí sett at gera eina minni rundu, ið ikki var eins torfør. Men summi fóru tó tvær rundir og tá ið fólk komu aftur frá næstu rundu, og gjørdi seg til reiðar at fara triðju rundu, lovaði Kristian Martin teimum ikki víðari, tí at veðrið var so vánaligt. Øll vóru tí sett at koyra eina lítla rundu, har ið Kristian Martin fekk hildið eyga við teimum, eins og ein dunna heldur eyga við sínum dunnuungum.
Klokkan 10.30 sótu øll inni í tí hugnaligu smáttuni, vindurin dundraði uttanfyri. Her fingu vit at vita, at tað bar ikki til at fylgja skránni til fulnar, ið annars var at fara at ‘alpin-skíða’ aftaná langrenn. Hetta var tí at lyfturnar ikki koyrdu vegna vánaligu veðurlíkindini. So ístaðini var farið heim at fáa ein bita at eta.
Næst á skránni, var at klokkan 15.00, tá ið allur HS hópurin fór til svimjihøllina, tí at pottarnir skuldu roynast eina seinastu ferð. Áðrenn folk høvdu gjørt tvær vendingar í hylinum var klokkan farin av 17.30. Á veg heim í bussinum hoyrdist, at nakrir búkar murraðu, nú var svongd komin á HS hópin. Á Markus sást eitt smíl, ið var frá oyra til oyra, tað var eingin ivi í hvat tað var ið elvdi til hetta smíl. Tí heima á hostellinum, á einum papíri, ið hekk á vegginum, stóð við stórari reyðari skrift: “18.00 PIZZA FRÁ DOMINO’S”
Klokkan 18.05 angaði alt Stórholt av pitsum, tað var rimmar gildi, sodavatn og pitsur. Hetta kom væl við, eftir 10 dagar av harðari venjing og grovum breyði.
Nú vóru beltini loyst ein knapp, og tá øll vóru mett og væl sett, var tað ísur omaná.
Síðani kom onkur við hugskotinum at spæla eitt spæl, har ið øll skriva eitt navn á einum kendum persóni á ein pappírslepa, og geva pappírið til síðumannin. Síðani skuldi síðupersónurin (Óvitandi um hvat stendur á lepanum) gita hvør hann er.
Eftir hetta skemtiliga spæl, fóru øll inn á kømurini, summi fóri at pakka, og onnur beint til songar.
Síðsta náttin í Akureyri, ein løgin kensla.
27/2-11
Jassarnir á kamari 20: (Pauli, Mangus, tummas, Dánjal og Bartal)