Hey øll
Í sambandi við kappingina komandi vikuskifti í Vági, leygar- og sunnudagin 19 og 20 mars, skal
boðast frá, at vit møtast á Farstøðini í seinasta lagi kl. 18.10 fríggjakvøldið og Smyril siglur kl. 18.30.
Øll vera biðin um at hava matpakka við til fríggjakvøldið.
Tað er ikki neyðugt við stórvegis av lummapeningi – serliga nú, tá svimjararnir eru givnir við at eta
søtmeti í sambandi við venjingar og kappingar.
Vit búgva í húsinum hjá Frelsunarherðinum í Vági.
Stutt um túrin
· Kostnaður kr. 300,- fyri hvønn – skal gjaldast á Farstøðini til Erling Eidesgaard
· Góðan sunnan matpakka við til fríggjakvøldið
· Møta á Farstøðini fríggjakvøldið kl. 18.10 – Smyril siglur kl. 18.30
· Vit búgva í húsinum hjá Frelsunarherðinum í Vági
· Sigla av Tvøroyri sunnukvøldið 17.30 og eru aftur á Havnini uml. kl. 19.30
At minnast
· Soviposa, undirlag og kodda
· Tannbust og klemmilsi
· Svimjiklæði og handklæð
· Heit klæði og húgvu
· Eitt smíl og gott lag, sum heldur uml. 50 tímar – til uml. kl. 20.00 sunnukvøldið.
Vinarliga
Jákup J – telefon 29 12 34