Frásøgn frá aðalfundi í Havnar Svimjifelag, 27. apríl 2011
Boðað varð til ársaðalfundar í Havnar Svimjifelag í kantinuni í svimjihøllini í Gundadali mikukvøldið 27. apríl 2011, kl. 20.30.
Formaðurin, Eyðun Húsgarð, bjóðaði vælkomin.
Sambært viðtøkunum fyri Havnar Svimjifelag (HS) §3 stk. 3 er fundarskráin:
• Val av fundarstjóra
• Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
• Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
• Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
• Val av nevndarlimum
• Val av grannskoðara
• Innkomin mál
• Ymiskt
Til 1.
Jón Hestoy varð valdur til fundarstjóra. Hann staðfesti, at aðalfundurin var lýstur í almennum fjølmiðlum, sambært § 3, stk. 2 í viðtøkunum. Fundarstjórin taldi, at 24 atkvøður vóru á aðalfundinum, íroknað atkvøður hjá foreldrum at børnum undir 14 ár, sambært § 3 stk. 5.
Til 2.
Eyðun Húsgarð, formaður, segði frá virki felagsins í farna ári. Eyðun Húsgarð tók við sum formaður, tá Sigurd L. Lamhauge segði seg frá sum formnann 10. november 2010. Formaðurin nevndi millum annað:
• Flyting av svimjarum frá svimjiskúlanum til talentlið
• Væleydnað grillkvøld við enda á svimjiárinum
• Væleydnaður faldari gjørdur til svimjiárið 2010/11
• FM-liðið sum hevur verið ein avbjóðing at fáa at rigga, men nú hevur eydnast at fáa venjarar og tímar í Gundadali til 5-7 svimjarar
• Nýtt tilboð: Vatnfimleikur
• Nýggir startskamlar og útgerð verða settir upp til FM
• Fundur við Tórshavnar kommunu um nýggj felagshøli til HS: ætlan er um útbygging í tveimum hæddum á uml. 60m2 við inngongina
• HS hevur ivirtikið kvøldskúlaundirvísingina í svimjing fyri vaksin
• Góð undirtøka til tilmeldingardag til svimjiárið 2010/11
• Nú eru 4 rørslulið við 25 svimjarum á hvørjum liði
• Eykasvimjingin hjá rørsluliðunum leygarmorgun er flutt til sunnukvøld
• Størsti trupulleikin er plásstrot í Gundadali
• HS og Krabbameinsfelagið skipaðu fyri fyrilestri á Hotel Føroyum um rørslu og heilsu við Bente Klarlund Pedersen. Sigurd Lamhauge greiddi frá úrsliti av rørslusvimjing í HS
• Væleydnað venjingarlega á Akureyri fyri A, B og part av C-liðnum í viku 8. Íalt 20 fólk vóru við.
• Zumbadansur og havsvimjing í Hoyvík fyri rørslusvimjarar. Stak gott tiltak.
• HS hevur skipað fyri 5 væleydnaðum svimjistevnum í svimjiárinum við sum heild góðum úrslitum.
• Seinasta kappingin í Havn 9.-10. apríl gav 4 HS-svimjarum Oyggjaleikaluttøku, 1 svimjara til EJM og eina røð av føroyskum og juniormetum.
• HS eigur í dag 6 føroysk met og 11 juniormet á stuttbana og 6 føroysk met og 7 juniormet á langabana. Flestu av metunum eru sett seinasta árið.
Einmælt undirtøka var fyri frágreiðingini.
Til 3.
Janus Rein, kassameistari, legði fram grannskoðaðan roknskap og fíggjarstøðu til góðkenningar. Kassameistarin segði, at hann hevur lagt seg eftir at bóka allar transaktiónir, sum eru gjørdar á kontum felagsins, og vísti hann á, at tað javnin orsakað av hesum var nakað hægri í ár enn undanfarna ár. Tað gongur væl at fáa limagjald inn. Viðmerkt varð, at kassameistarin átti rós uppiborið fyri væl úr hondum greiddan roknskap. Foreldur at svimjarum á kappingarliðunum viðmerktu, at tey ynsktu at fáa rokning fyri limagjald fyri 2011, ið er fallið til gjaldingar, so skjótt sum gjørligt. Roknskapur og fíggjarstøða vórðu einmælt samtykt.
Til 4.
Limagjaldið varð ásett at vera óboytt.
Til 5.
Sambært viðtøkunum § 4 stk. 1 velur aðalfundurin eina nevnd við 5-7 limum. Armgarð Weihe, ið varð vald fyri 1 ár í fjør, hevur boðað nevndini frá, at hon ikki stillar uppaftur, meðan Sigurd L. Lamhauge, ið varð valdur fyri 2 ár í fjør, hevur boðað nevndini frá, at hann tekur seg úr nevndini. Sostatt skulu 6 nýggir nevndarlimir veljast, 3 fyri 1 ár og 3 fyri 2 ár. Av verandi nevndarlimum stillaðu Eyðun Húsgarð, Janus Reinn, Erling Eidesgaard og Susanne Eliasen uppaftur. Eyðun Húsgarð, Janus Rein og Erling Eidesgaard vórðu valdir fyri 2 ár og Susanne Eliasen fyri 1 ár. Harafturat vórðu Rakul Biskopstøð og Óli Garðshorn vald fyri 1 ár. Við hesum er rættlag komið á val av nevndarlimum eftir § 4 stk 1.
Til 6.
Menta varð afturvalt til grannskoðara.
Til 7.
Ongi mál vóru innkomin til aðalfundin.
Til 8.
• Formaðurin reisti spurningin um atkvøðurætt hjá foreldrum at børnum undir 14 ár. Í viðtøkunum hjá Havnar Svimjifelag § 3 stk. 5 stendur, at foreldur ella verji hjá teimum limum, sum eru undir 14 ár, hava eina atkvøðu fyri hvørt barnið, sum er limur. Víst varð á, at í leiðreglum fyri nýggj feløg, sum ÍSF hevur gjørt, hava limir undir 14 ár ikki atkvøðurætt, og heldur ikki foreldur teirra. Eisini varð víst á, at hetta er vanligt í øðrum feløgum. Hinvegin varð ført fram, at tað var at fara skeiva vegin at útihýsa børnum og foreldrum teirra frá ávirkan í felagnum og spurt var um orsøkini til at ynski var um at broyta viðtøkurnar. Ongin niðurstøða varð gjørd, men við at hava reist málið á aðalfundinum hevur nevndin fingið eina ábending um, at semja er ikki um málið.
• Jón Hestoy setti fram áheitan um at fáa broytt § 7 skt. 3 í viðtøkunum til at ognir felagsins fella til arbeiði innan føroyska svimjing.
• Armgarð Weihe setti fram ynski frá foreldrum um at fáa rørslulið sett á stovn fyri tannáringar. Eisini eigur tilboðið til rørsluliðini allatíðina at verða ment.
• Armgarð Weihe setti fram ynski um, at tímar verða settir av, har limir – við at gjalda fyri tað – kunnu tekna seg at fáa einstaklinga undirvísing í svimjiteknikki. Uppskotið varð væl móttikið.
• Jákup Jacobsen greiddi frá, at ætlanin er at fara undir at gera arbeiðsbólkar, ið skulu taka sær av ávísum avmarkaðum uppgávum í felagnum. Eitt nú trivnaðarbólkar, kappingarbólkar, v.m. Nevndin samskipar arbeiðsbólkarnar.
• FM er 19. mai 2011 og tosað varð um, hvørjar reglur eru fyri luttøku. Formaðurin í svimjisambandinum staðfesti, at bronsunál og tilmeldingartíð ikki eldri enn 12 mánaðar er galdandi fyri luttøku.
At enda takkaði Eyðun Húsgarð, formaður, fyri uppmøting og góðan fundarsið.
Armgarð Weihe skrivaði fundarfrásøgnina.