Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 18. apríl 2018 kl. 19.00 í kantinuni í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum:
– Val av fundarstjóra
– Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
– Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar
– Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
– Val av nevndarlimum
– Val av grannskoðara
– Innkomin mál
– Ymiskt
Atkvøðurætt hava limir, ið eru fyltir 14 ár, og foreldur ella verji hjá teimum limum, sum ikki eru fyltir 14 ár. Foreldur ella verji hava eina atkvøðu fyri hvørt barnið, sum er limur. “HS – stuðlar” hava atgongd til aðalfundin, men hava bert atkvøðurætt, um teir eru limir.
Havnar Svimjifelag