Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mánakvøldið 26. apríl 2021 kl. 20.00 í Svimjihøllini í Gundadali.

Skrá sambært viðtøkunum:

  • – Val av fundarstjóra
  • – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins farna ári
  • – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
  • – Val av nevndarlimum
  • – Val av grannskoðara
  • – Innkomin mál
  • – Ymiskt

Atkvøðurrætt hava limir, sum eru fyltir 14 ár, og foreldur ella verji hjá teimum limum, sum ikki eru fyltir 14 ár. Foreldur ella verji hava eina atkvøðu fyri hvørt barnið, sum er limur.

Øll sum hava goldið limagjald, hava atkvøðurætt.

Limagjaldið er kr. 200,00 um árið. Tú hevur møguleika at gerast limur við at gjalda kr. 200,00 á kontu 9181 1851103 og viðmerkja “Limagjald 2021”.

Viðtøkur felagsins: https://www.havnarsvimjifelag.com/wp-content/uploads/2020/05/HS_Vidtokur_20200518.pdf

Havnar Svimjifelag