Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 27. apríl 2016 kl. 19.00 í kantinuni í Svimjihøllini í Gundadali.

Skrá sambært viðtøkunum:

Val av fundarstjóra

Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar

Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

Val av nevndarlimum

Val av grannskoðara

Innkomin mál

Ymiskt

Atkvøðurætt hava limir, ið eru fyltir 14 ár, og foreldur ella verji hjá teimum limum, sum ikki eru fyltir 14 ár.

Foreldur ella verji hava eina atkvøðu fyri hvørt barnið, sum er limur.

“HS – stuðlar” hava atgongd til aðalfundin, men hava bert atkvøðurætt, um teir eru limir.

Havnar Svimjifelag