Hurðin opnaðist, og ein maður tók nøkur fótafet inn í kamar 20, hevði hann vitað betri, so hevði hann ikki gjørt hesa dáragerð. Ein øgiligur angi av manna-sveitta, prumpi og tarnagassi slapp sær til rýmingar út gjøgnum hurðina. Í vindeygakørmunum hungu svimjiklæðini og skíðbúnanir, ið ikki høvdu verið vaskaðir eftir fleiri daga brúk, og nú vóru farnir at lukta. Luftin var tung, og vindeyguni vóru døggaði. Maðurin var nú komin allan vegin inn, og gjørdi seg kláran til at knúsa dreymar. Eingin av teimun fimm, ið búðu í rúminum høvdu nakran varhuga av at ein maður hevði snýkt seg inn hagar. Tað kom heilt óvart á dreingirnar tá maðurin rópti av allari megi: “Góðan morgun dreingir!”. Tað var sami reyðhærdi vambasíði maðurin, ið hevði verið inni her hvønn dag og vakt teir.
Vit skuldu svimja klókkan 08:30. Veðrið var kalt, og tað hjálpti ikki stórvegis at hylurin var kaldur undir upphitingini. Miðskeiðis gjøgnum venjingina byrjaði tað so smátt at regna. Eftir eina langa venjing skuldu vit strekkja út, og síðani sloppu vit í pottarnar. Eftir tað fóru vit heim at hvíla í nakrar tímar.
Klokkan 13:30 settu vit okkum í bussarnar niðan til langrenn banan. 14:00 byrjaði venjingin, fyrst nakrar sprintir aftur og framm, og síðan 1 tíma og 20min. skíðing. Hendan dagin var tann langi banin ikk gjørdur klárur til langrenn, men tó valdu mong at fara hesa leið. Hetta førdi til at Annika fór av misgávum sendandi av bananum, og sum tað væl kenda orðatakið sigur “Har skriði hevur verið, er annar væntaður”, og fá sekund eftir kom Pauli sendandi somu leið. Markus helt hetta sá sera skemtingarsamt út, og fór tí eisini sendandi av bananum og har lógu tey øll trý so í einum stórum dunga av eymkan.
Jákup og Erling vóru sera fegnir um at klára tann langa banan undir ein tíma. Hetta helt Óli, pápi Marius, ikki vera nakað at reypa av, og valdi so at sjálvur fara tað langu breytuna, og klára tað skjótari enn teir báðir. Úrslitið var at Óli knústi teir sundir við eini tíð á uml. 38min.
Henda dagin vóru tað fleiri ið fyrstu ferð fóru á ein av teimun svørtu bakkunum, tá vit fóru at skíða slalom. Enn er eingin komin stórvegis til skaða.
Tá vit komu heim aftur á vallaraheimið, fingu vit stokt flak til døgverða. Og av tí at fá tóku undir við seinastu brandvenjing, valdu nøkur at gera pannukøkur, og sum vant setti hetta brandalarmin í gongd. Vaktarfólk komu aftur á staðið á tveimum hjólum – hesuferð í tveimum bilum.
Til briefingina í kvøld fingu vit at vita at í morgin skulu vit ganga allan vegin niðan á toppin á skíðøkinum á langrenn skíðum.
Vit gleða okkum til í morgin

Sjeikarnir á kamar 20: (Pauli, Magnus, Dánjal, Bartal og Tummas)


Viðmerking frá rúm J & E: Hjá okkum var talan um eina “uttan at sveitta”-útferð við lágum tempoi, nógvum steðgum og fleiri myndasessiónum. 38min høvdu vit klárað á einari skíð, um tað skuldi verið! 😉