Veðurlíkindini vóru av teim ringastu. Jarðrok og nógvur kuldi.
Dagurin byrjaði klokkan 07.15 við fínum morgunmatarborðið. Síðan var svimjivenjing frá kl.08.30 til 10.30. Svimjivenjingin var 4.4 km speed endurance.
Síðan var fari heim til ein bita og hvíld áðrenn leiðin gekk niðan á cross country banan, hvar veðrið ikki var av tí besta í dag, men venjingin bleiv gjøgnumførd sum vanligt, og at enda var eisini stafettir á skránni, og har var tað liðið við Lív, Christinu, Paula og Guðmundi í drógu longsta stráði. Eingin alpine skiing bleiv vegna stongdar lyftur, og kanska var tað eisini hugurin at sleppa í pottarnar í staðin sum tók yvir, tí eftir cross country venjingina gekk leiðin beint oman í pottarnar.
Har var lívbjargarin við at fáa migrene av teimum størru monnunum í fylgjinum, ið ikki dugdu so væl at beherska sær í rustjebananum, har kann nevnast at Jákup trumlaði yngru svimjaranar niður og okkara stóri tvøringur Erling syrgdi eisini fyri at buldosa ein 5 ára gamlan íslendskan drong niður í rustjebananum, men til alt held komu øll óskalaði frá svimji túrinum. Svimjitúrurin hevði eisini eitt heldur romantiskt upplivilsi, tá Christina mundi fingi dánilsi av 14 ára gamla Íslendinginum Bjarka Tór.
Eftir svimjingina gekk leiðin heim til hýsuflak og hugna við skúmfidusum ið Kristina stóð fyri.
Og nú má skoytast uppí, at beint sum øll vóru við at fara til koys kom eitt heldur óvæntað veddimál úr einum spískum vinkli. Hettar veddimálið bleiv um hvør av teimum trimum Paula, Kristian Martin ella Christian Tessner kundi svimja skjótast 25 m bringusvimjing. Nú er spenningurin øguligur til í morgin hvussu leikur fer. Erling (føroyameistari í 50 rygg) luttekur sum gestasvimjari í 25 frí.
Góðanátt – vit á kamari 20 (Marius, Markus og Óli) + Gudmundur