Bergen Swim Festival 6-8 maj 2011
Komandi vikuskifti fara 2 svimjarar úr Susvim og 2 svimjarar úr HS og til Norra at luttaka í kapping, har nakrir av heimsins bestu svimjarum fara at luttaka.
Luttøkan til hesa kappingina er komin í lag, við at Pál Joensen og Jón Bjarnason eru av fyriskiparunum bodnir at luttaka. Saman við Pál hava Susvim og HS gjørt av at senda Eybjørn Joensen, Magnus Jákupsson og Óla Mortensen við til hesa forvitnisligu kapping. Okkara svimjarar koma at royna seg í hylinum móti eini røð av bestu norðurlendsku og nøkrum av bestu svimjarunum í heiminum.
Tað liggur tíðanverri ikki fyri hjá Jón Bjarnason at vera við hesaferð, og hevur Bjarnason gjørt avtalu við HS um at Christian Tessner høvuðsvenjari hjá HS verður við sum venjari til kappingina.
Profilar til BSF 2011
Sambært heimasíðuni hjá kappingini nevna tey hesar profilarnar í kappingini: http://www.bsf.no/
Aschwin Wildeboer (Spania), Lotte Friis (Danmark), Rikke Møller (Danmark), Jeanette Ottesen (Danmark), Simon Sjødin (Svøríki), Stefan Nystrand (Svøríki), Jakob Sveinsson (Ísland), Pál Joensen (Susvim), Eyðbjørn Joensen (Susvim), Magnus Jákupsson (HS) og Óli Mortensen (HS).
Hesi nevndu hava øll luttikið og hava flestu av teimum eisini vunnið heiðursmerki til EM, VM og OL. Tó skal nevnast, at teir 3 yngru av okkara svimjarunum hava hesi heiðirsmerki til góðar at vinna.
Aschwin Wildeboer
Brøgdini hjá okkara svimjarum kenna vit, og fyri at taka ein av hinum burtur úr rúgvuni kann nevnast, at spaniólin Aschwin Wildeboer er av bestu ryggsvimjarum í heiminum við heimsmeti í 100 rygg, silvur í VM í Dubai, bronsu í 100 rygg og nr. 5 í 200 rygg í VM í Rom 2009.
Okkara svimjarar eru allir styrkismettir til heiðursmerki í kappingini, so tað verður spennandi at síggja hvussu teir fara at klára seg nú, nakað áðrenn teir skulu verða uppá sítt besta seinni í summar til NUM, FM, OYL, EJM og HM.
Tað er møguligt at fylgja kappingini beinleiðis á: http://www.livetiming.no/
Øll tey bestu ynskini til tykkum 5 frá okkum í HS.
Mynd: Wildeboer