Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla ukrainan Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA. Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. “Master í Sports Management, Administration and Coaching” frá Henderson State University í Arkansas frá 2017. Oleksii er uppvaksin í Ukraina, har hann var elitusvimjari og fleirfaldur junior- og seniormeistari. Svimjingin […]
Endatiltak í góðum veðri ?
Aftur í ár varð skipað fyri hugnaløtu í samband við, at svimjiskúlin nú er farin í summarfrí. Yvir 200 høvdu meldað til tiltakið í dag, bæði svimjarar, sysktin og foreldur. HS hevði bílagt gott veður aftur hesuferð, so vit fingu grillað burgarar og pylsur til allar luttakararnar uttanfyri í túninum. Omaná vóru øll møgulig sløg […]
Móttøka fyri HS!
Í samband við at Havnar Svimjifelag í ár hevur vunnið bæði FM á stutt- og langgeil, skipar Tórshavnar býrráð fyri móttøku í móttøkuhúsinum á horninum Tróndargøta/Kongagøta í dag 29. mai kl. 15:00.
Tíðindaskriv
Rui hevur í dag valt at steðga sum høvuðsvenjari beinanvegin. Jóannes á Fløtti, ið seinastu árini hevur havt ábyrgdina av 3. og 4. liði, tekur yvir aftaná Rui tað, ið er eftir av svimjiárinum. Havnar Svimjifelag er, sum kunnugt, í eini tilgongd at finna nýggjan høvuðsvenjara. Lýst er eftir nýggjum høvuðsvenjara í heimligum og altjóða […]
Starvslýsing
PDF. [pdfjs-viewer url=”http%3A%2F%2Fwww.havnarsvimjifelag.com%2Fwp-content%2Fuploads%2F2017%2F04%2FHead-Coach-Job-Opening-2017-.pdf” viewer_width=100% viewer_height=1360px fullscreen=true download=true print=true].
Vinningur ikki heintaður
Hesin vinningur er ikki avheintaður enn. Eitt lítið grønt páskaregg. Vinnaranummarið er ein laksalittur seðil nr. 947. Vinnarin skal ringja tlf 299413.
TOP-10 listin dagførdur
Marius norðurlendskur gull-vinnari í 150
Um vikuskiftið var NM/NJM í svimjing hildið í Kolding, Danmark, har fleiri føroyskir svimjarar eisini luttóku. M.a. vann Marius Ihlen Garðshorn, sum til dagligt venur við 1. lið hjá HS, norðurlendskt gull í 1500m frí við tíðini 15.28.72, og var hetta eisini persónligt met. Í hesum sambandi hevði Havnar Svimjifelag eina lítla móttøku í svimjihøllini […]
Ólavsøkuskrúðgongan
Havnar Svimjifelag er við í ólavsøkuskrúðgonguni 28. juli 2016, og øll, sum eiga búna – bæði svimjarar og venjarar – møta við Kommunuskúlan rættstundis kl 13.15-13.30 ? Tey, sum bara eiga appelsingulu HS-blusuna kunnu sagtans brúka hana. Vónandi síggjast vit fjølment ? Vh Nevndin
Takk fyri í ár
Svimjiskúlin takkar fyri í ár, og ynskir øllum eitt gott summar 🙂 Kunning um svimjiárið 2016/17 viðv. tilmelding osv. verður einaferð um miðjan august her á heimasíðuni. vh Svimjiskúlin