Í samband við at Havnar Svimjifelag í ár hevur vunnið bæði FM á stutt- og langgeil, skipar Tórshavnar býrráð fyri móttøku í móttøkuhúsinum á horninum Tróndargøta/Kongagøta í dag 29. mai kl. 15:00.
Marius norðurlendskur gull-vinnari í 150
Um vikuskiftið var NM/NJM í svimjing hildið í Kolding, Danmark, har fleiri føroyskir svimjarar eisini luttóku. M.a. vann Marius Ihlen Garðshorn, sum til dagligt venur við 1. lið hjá HS, norðurlendskt gull í 1500m frí við tíðini 15.28.72, og var hetta eisini persónligt met. Í hesum sambandi hevði Havnar Svimjifelag eina lítla móttøku í svimjihøllini […]