Okkara høvuðsvenjari seinastu tvey árini, Christian Tessner, ynskir at royna nýggjar avbjóðingar, og gevst tí sum venjari hjá Havnar Svimjifelag. Eftir summarfrítíðina fer hann í starv sum ungdómsmennari hjá Bærumsvømmerne í Oslo.
Vit eru fegin fyri tað arbeiði, sum Christian hevur gjørt fyri felagið og harmast at hann fer. Felagið leitar nú eftir nýggjum høvuðsvenjara til at byrja eftir summarfrítíðina. Meira verður at frætta seinni.

Vit takka Christian fyri samstarvið og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Heilsan
Nevndin