Svimjisamband Føroya skipar fyri dómara- og lívbjargaraskeiði tann 10.-11. oktober 2009.
 
Tað stendur limum í HS í boði at koma á hetta skeiðið.

Hetta er eitt spennandi skeið, ið er blandað við teori og praktiskum royndum, har skeiðsluttakarin eisini fær loyvi at royna seg í hylinum.

Um tit hava hug at luttaka, so sendið ein teldupost til info@hs.fo
 
Skráðin fyri skeiðið:

Leygardagur
08.30 – 08.45 Vælkomin og kunning um skeiðið
08.45 – 10.45 Introduktion til dómarauppgávuna – hvat vil tað siga at vera dómari, og hvørj krøv verða sett. Præsentation af royndarsysteminum
10.45 – 11.15 Pausa
11.15 – 12.30 Administrationssystemið
12.30 – 13.30 Máltíð
13.30 – 16.00 Hvussu handfara vit nakkaskaðar, hvussu brúka vit ”spineboard” og hvussu handfara vit kemikaliir
16.00 – 16.30 Pausa
16.30 – 18.00 Svimjihylurin í Eysturskúlanum: venjingar
18.00 – 19.00 Máltíð
19.00 – 20.30 Fyrireikingar til royndir
Sunnudagur
07.30 – 08.15 Morgunmatur
08.30 – 10.30 Svimjihylurin í Eysturskúlanum: royndir
10.45 – 12.00 Teoriroynd
12.00 – 13.00 Máltíð
13.00 – 14.00 Evaluering, afturmeldingar og endi.
Fyrivarni verður tikið fyri smávegis broytingum. Tó verður byrjað og endað sum ásett.
 
Stað :
Í.S.F.-húsið og hylurin í Eysturskúlin
Instruktørur á skeiðnum
Morten Hinnerup
 
Skeiðsábyrgdari:
Svimjisamband Føroya

Minst til:
Svimjiklæðir + handklæði
Klæðir til venjingarnar í hylinum
Umframt tað tilfarið, ið tú fært sendandi.
Undirvísingartilfar:
Livredning – håndbogen til alle med interesse for vand og sikkerhed
Alt tilfarið má vera lisið væl ígjøgnum áðrenn dómaraskeiðið.