Har vóru nakrar medaljur við í flogfarinum í gjárkvøldið, tá HS-ferðalagið kom heimaftur frá Køge Open 2017:

  • Kristina í Skála (2005) vann gull í 200 rygg, bronsu í 200 frí, 100 rygg og 50 frí
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) vann silvur í 50 m firvald, 100 m firvald og 50 m rygg
  • Óðin Jákupsson (2002) vann bronsu í 800 frí

Havnar Svimjifelag ynskir teimum hjartaliga til lukku, umframt øllum hinum, sum svumu bestu tíðir, og har summi vóru heilt nær við at vinna medalju. T.d. tá Nancy N. Dam (2005) gjørdist nr. 4 í 200 bringu og bara 68/100 frá gullinum – tær fýra fremstu vóru somikið tættar allar. Og til lukku til hini feløgini úr Føroyum, sum eisini komu heim við medaljum.

Alt í alt ein væleydnað svimjistevna, og hevur hetta verið ein sera góð uppliving fyri okkara yngru svimjarar, sum ikki fyrr hava roynt seg í kappingum uttanlands.

Mynd:

  • Óðin Jákupsson
  • Kristina í Skála og Elisabeth Erlendsdóttir