5 gull, 2 silvur og 3 bronsu svumu fýra svimjarar úr Havnar Svimjifelag heim til felagið á Køge Open síðsta vikuskiftið.

HS luttók við 18 svimjarum, og fleiri settu persónlig met. Stóri heiðursmerkjaslúkurin varð Kristian í Skála (2005) við 4 gull. Elisabeth Erlendsdóttir (2005) svam seg til 1 gull og 1 silvur. Jógvan í Skála (2008) vann 1 silvur og 1 bronsu. Niklas Jógvan Arge (2004) svam seg til 2 bronsur.

Køge Open er ein av størstu svimjikappingunum í Danmark, og fleiri enn 500 svimjarar luttóku úr Danmark, Svøríki og Føroyum. Føroyskir svimjarar hava luttikið í Køge Open í mong ár, og í ár luttóku umframt HS eisini Ægir úr Klaksvík og Reysti úr Lorvík. Eisini tey svumu seg til heiðursmerkir.

Á alnótini sæst, at í 2002 luttók eitt føroyskt landslið í Køge Open, og tað var tá 12. ferðin, at kappingin varð hildin. Tann fyrsta kappingin man hava verið áleið í 1991, og í so fall var tað 28. ferð í ár.

Kappast verður í 4 aldursbólkum: Dreingir í bólki 1, føddir í 2003 og áðrenn. Bólkur 2, f. 2004-05. Bólkur 3, f. 2006 og 07, og bólkur 4, føddir 2008 og seinni. Genturnar eru bólkaðar 1 ár yngri.

Gull
Kristina í Skála, 100 m rygg, 1:06.54, persónligt met (áður 1:10.51)
Kristina í Skála, 200 m rygg, 2:23.24, persónligt met (áður 2:24.70)
Elisabeth Erlendsdóttir, 100 m blandað, 1:10.30, persónligt met (áður 1:13.93)
Kristina í Skála, 200 m blandað, 2:32.50, persónligt met (áður 2:35.96)
Kristina í Skála, 100 m firvald, 1:09.01, persónligt met (áður 1:10.50)

Silvur
Elisabeth Erlendsdóttir, 100 m rygg, 1:08.44, persónligt met (áður 1:13.72)
Jógvan í Skála, 25 m bringa, 24.39

Bronsa
Niklas Jógvan Arge, 50 m bringa, 33.89, persónligt met (áður 34.62)
Niklas Jógvan Arge, 200 m bringa, 2:50.16
Jógvan í Skála, 25 m frí, 17.80

Image may contain: 10 people, people smiling, people standing