Jólaaftan skrivaði Havnar Svimjifelag sáttmála við 36 ára gamla grikkan Panagiotis Christou, ið vanliga verður nevndur Panos. Sáttmálin er galdandi í hálvtfjórða ár, fram til endan av sesongini 2021/22. Panos byrjar í starvinum sum høvuðsvenjari mánadagin 21. januar.
Nýggi høvuðsvenjarin kemur úr einum starvi sum venjari í stóra svenska svimjifelagnum SK Poseidon í Lund. Frammanundan hevur hann verið høvuðsvenjari í Bodø í Noregi í tvey ár, og áðrenn hann flutti til Bodø, var hann venjari í Grikkalandi. Panos hevur sjálvur verið íðin kappsvimjari, til hann fyri 12 árum síðani gavst at svimja.
Nýggi venjarin hevur hægri útbúgving innan ítrótt og rørslu úr Grikkalandi og Onglandi: B.Sc í Physical Education and Exercise Science frá University of Athens við svimjivenjing sum sergrein og M.Sc í Exercise Physiology frá Manchester Metropolitan University.