Í góðveðrinum leygardagin var opin svimjikapping hildin í Havn.

HS bleiv nr. 4 í samlaðu kappingini við 7 gull, 3 silvur og 9 bronsu.

Úrslit her: Úrslit frá kappingini

Á úrslitunum sæst, at okkara svimjarar eru komnir í eina javna legu hvat venjing og betringum viðvíkur. Vit síggja, at teir arbeiða seg javnt upp eftir úrslitalistanum og avstandurin styttist fram til fremstu plássini.

Sera flott svomið.

Tey sum vunnu medaljur hjá okkum vóru – (uttan stafettir)
Magnus Jákupsson – 5 gull og 2 silvur
Óli Mortensen – 2 gull, 1 silvur og 2 bronsu
Teitur Skoubo Nolsøe – 2 bronsu
Markus Joensen – 1 bronsu
Emma Festirstein – 1 bronsu
Edith Dahl – 1 bronsu

Í 4×50 blandað hjá monnum vann HS gull við Magnus Jákupsson, Óla Mortensen, Markus Joensen og Bartal Hestoy og tíðin var 2.04.39.  Ægir vann silvur við tíðini 2.07.78. HS vann eisini bronsu í hesi stafettini við tíðini 2.30.25 og vóru tað Teitur S. Nolsøe, Jóhan H. Erlingsson, Rúni Eliasen og Bárður Bjartsson.

Í 4×50 frí hjá monnum vann HS bronsu við  Magnus Jákupsson, Óla Mortensen, Rúna Eliasen og Bartal Hestoy við tíðini 1.52.59.

Bronsunál til HS
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard svam seg til eina bronsunál í 50 frí við tíðini 35.61.

Bronsunál til Ægir
Maria á Høvdanum svam seg til eina bronsunál í 50 frí við tíðini 35.84.

Silvurnál til Ægir
Óluva Jacobsen svam seg til eina silvurnál í 100 frí við tíðini 1.05.02.

Juniormet til Ægir í 200 bringu hjá kvinnum
Turið S. Christiansen setti nýtt føroyskt juniormet í 200 bringu við tíðini 2.41.42.

Juniormet til Susvim í 4×50 frí hjá kvinnum
Genturnar hjá Susvim – Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Erna Katrin Olsen og Helena Sævarsdóttir settu nýtt føroyskt juniormet í 4×50 frí, við tíðini 1.56.59.

Samlaða medaljubýtið varð hetta:
Ægir nr. 1
11 gull, 11 silvur og 10 bronsu

Susvim nr. 2
7 gull, 10 silvur og 6 bronsu

FS nr. 3
7 gull, 5 silvur og 4 bronsu

HS nr. 4
7 gull, 3 silvur og 9 bronsu

Flot nr. 5
3 gull, 5 silvur og 5 bronsu

Reki nr. 5 við ongari medalju.

Kattakongar
Tunnusláttur var í døgurðasteðginum. Svimjararnir vórðu koyrdir í 2 bólkar – yngri og eldri.
Av teimum eldru var tað Sofus Bech úr Susvim, sum slerdi seg til kattakong hjá teimum eldru og hjá teimum yngru var tað Torkil Poulsen úr Reka, sum slerdi seg til kattakong.

Takk fyri hesaferð og vónandi síggjast vit mannsterk aftur í Havn til kapping um 3 vikur.