Nú fara vit aftur at bíleggja HS-klæðir. Leveringstíðin er nakað lang, og tí er freistin at bíleggja sett til at vera 20. oktober 2019 kl 12.00, so vit klára at fáa klæðini heim og prentaði áðrenn jól.
Tit bíleggja við leinkjuni niðanfyri, og flyta pengarnir á kontu hjá HS nr. 9181-5297089 og viðmerkja tykkara tel. nr.
Vit hava tíverri ikki nakað lagur, so tað ber ikki til at passa klæðini, men til børnini bíleggja tit støddirnar, sum tit vanliga bíleggja til tykkara børn, og um klæðini skulu halda eitt sindur longri, so velja tit eina str. størri 🙂
Buksur og hettutroyggjur eru úr bummull, meðan blusur og shorts eru úr polyester.