Teir 23 HS svimjararnir eru klárir til FM 2010
Tær seinastu fyrireikingarnar vóru í hylinum í Gundadali fyri løtu síðani. Okkara svimjarar hava vant hart í vetur, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at hilnast komandi dagarnar. Vit vóna at síggja fleiri persónlig met og nógv heiðursmerki.
Vit fara at fylgja svimjarum okkara á heimasíðuni við greinum og myndum.