HS á RIG 2010 og venjingarlegu í Akureyri
Vit skulu bert sova 2 ferðir afturat, so fara vit til Íslands.
Í ár fer HS við 8 svimjarum til Reykjavíkar at luttaka í stórari svimjikapping í 50 metra hyli.
Svimjararnir sum fara eru Emma N. Festirstein, Annika S. Olsen, Sudarat Niyomtham, Óli Mortensen, Markus Joensen, Teitur Skoubo, Tummas Danielsen og Bartal Hestoy.
Magnus Jákupsson luttekur eisini í kappingini, men er tað við ungdómslandsliðnum.
Hópurin er ungur og generelt óroyndur í slíkum høpi, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tey takla hesa avbjóðing.
Fyri flestu av okkara svimjarum er hetta fyrstu ferð teir skulu royna seg í 50 metra hyli, so bara tað í sær sjálvum er ein avbjóðing.
Óli og Markus liggja sambært startlistanum til fleiri topp 3 plaseringar í aldursbólkinum 14 ár og yngri, so tað má sigast at vera flott, og leggur tað eisini nakað av pressi á teir báðar. Lat okkum nú síggja – tað rista teir sikkurt av sær, tá teir nærkast startskamlunum.
Samanumtikið skuldi hendan kappingin og eftirfylgjandi venjingarlega verið eitt gott avsett til komandi kappingarhálvu fram móti MU og FM.
Spennandi verður at síggja komandi dagarnar, hvussu tað fer at hilnast hjá okkara røsku svimjarum í Reykjavík.
Skrivað hevur: Jákup Jakobsen