Í dag fóru 19 svimjarar á 3. og 4. liði hjá HS til Danmarkar, har tey fyri fyrstu ferð sleppa at royna seg í svimjikapping uttanfyri landoddarnar. Tað verður eitt strævið vikuskifti hjá teimum – og tey leypa í hylin til fyrsta umfar beinanvegin sum tey koma til Køge. Men tað er eisini ætlanin at fáa eitt gott og stuttligt upplivilsi burturúr. Nógvir aðrir svimjarar úr Føroyum luttaka, og kanska okkurt heiðursmerki kemur heim við flogfarinum mánadagin?
Til ber at fylgja við á Livetiming her.
Tey, sum luttaka frá Havnar Svimjifelag eru:
Jóhannis Erlendsson, 2003
Jónas Lindenskov Schiller, 2003
Óðin Jákupsson, 2002
Pætur Højgaard Weihe, 1999
Høgni Hoydal Thomassen, 2002
Pauli Jacobsen, 2002
Símun G. Nielsen, 2005
Erling Erlendsson, 2007
Bjørg Ólavsdóttir, 2004
Elisabeth Erlendsdóttir, 2005
Kristina í Skála, 2005
Nancy N. Dam, 2005
Ró Holm Magnadóttir, 2002
Signa Vár Dávadóttir, 1998
Anna Højgaard, 2004
Bára D. Nattestad, 2004
Jóhanna H. Eidesgaard, 2004
Miriam Mortensen, 2004
Oddvá Sedea D. Nattestad, 2006
Jóannes Huusgaard á Fløtti og Ragnhild Petursdóttir Østergaard eru við sum venjarar. Hartil eru nøkur foreldur við sum áskoðarar og hepparar 🙂
Av tí at konfirmanta-legan eisini er hetta vikuskiftið, so eru 4 svimjarar, sum tíverri ikki kunnu luttaka, men tey eru allarhelst við, um HS aftur fer til Køge Open í 2018. Tey eru:
Dánjal L. Olsen
Maria Suma Poulsen
Niklas Jógvan Arge
Ronja Ró í Dímun