Hey øll

Í sambandi við at vit fara til Klaksvíkar til svimjikapping, skal boðast frá at vit koyra norður við privatbilum fríggjadagin. Tey sum ikki hava fart kunnu royna at sleppa norður við onkrum øðrum – og um tað ikki eydnast, kunnu tey ringja til Gunnleyg Ihlen á 261111 ella Søren Antoft á tlf. 510005.

 

Skrá:

 

Fríggjadagin

Seinnapart: upphiting kl. 18.45 og kappingin kl. 20.00. 

 

Leygardagin

Fyrrapart:    upphiting kl. 09.00 og kappingin kl. 10.00

Seinnapart: upphiting kl. 16.00 og kappingin kl. 17.00

 

Sunnudagin

Seinnapart: upphiting kl. 13.00 og kappingin kl. 14.00

 

 

Vit búgva í barnagarður/frítíðarskúli,  Snjallabjalla, Skúlavegur 1, 700  Klaksvík 

 

Øll vera biðin um at hava matpakka við til fríggjakvøldið. 

Vit gera døgurða leygardag og sunnudag – væntandi á middegi, nátturða leygarkvøld og morgunmat leygardagin og sunnudagin.

Somuleiðis fáa vit m.a. frukt meðan kappingin er, so tað er ikki neyðugt við stórvegis av lummapeningi –  serliga nú tá svimjararnir eru givnir við at eta søtmeti í sambandi við venjingar og kappingar.

 

Stutt um túrin

·       Kostnaður kr 200,- fyri hvønn svimjara – skal gjaldast til Gunnleyg, tá vit koma norður.

·       Góðan sunnan matpakka við til fríggjakvøldið.

·       Koyra norður í egnum bili.

·       Vit búgva á fylgjandi addressu:  frítíðarskúli,  Snjallabjalla, Skúlavegur 1, 700  Klaksvik

 

At minnast til:

·       Undirlag og soviposa.

·       Tannbust og klemmilsi.

·       Svimjiklæði og handklæð.

·       Heit klæði og húgvu.

·       Eitt laaaaaaangt smíl og gott lag, sum heldur alt vikuskiftið J

 

Vinarliga

Tórshavn tann 23. mai 2012

Gunnleyg, tlf. 261111

Søren, tlf. 510005