Hey tit har heima.

 

Tað gongur væl við venjingarleguni. Tíðirnar verða hildnar, og svimjararnir eru sera ídnir og hugagóðir. Onkur hevur nú eisini svomið sína bestu tíð.

Venjingin er til tíðir hørð, so svimjararnir brúka nógva av síni tíð til at hvíla og styrkja seg til næstu venjing. Hetta letur ikki nógva tíð yvir til útferðir, shopping o.a.

 

Teir yngstu mannligu svimjararnir á kamari 313 (nummarplátan hjá Anders And), t.e. M&M’s og Óli, hava skriva dagbókina frá 4 og 5 apríl. Hon er eitt sindur stutt…

 

Dagbók – Mikudagur, 4. apríl: Dagurin byrjaði  klokkan 08:00 sum vanligt við einari harðari morgunvenjing. Aftan á ein lekkran baðitúr í Ásvellir, gekk leiðin beinleiðis til hotell okkara, har vit steðgaðu á og fingu ein deiligan kaffimunn frá Óla. Eftir kaffimunnin samlaði KM inn til fund og gav okkum tey hepnu boð um at vit sluppu í Kringluna áðrenn seinnu venjing.
Tá ið venjingin var av fóru vit øll til hús, og tá ið vit komu heim, stóð døgurðaborði klárt og væl pynta.

 

Dagbók – Skírishósdagur 5. apríl: Í dag fóru vit avstað sum vanligt kl 7.20. Fyrsta venjing byrjaði kl 8. Venjingin endaði kl 10. Aftaná venjingina fóru nøkur at strekkja út, og onkur fór at venja í fitness. Mat fingu vit tá vit komu heim, og aftaná var tað slappaður øll av. So fóru vit øll avstað til næstu venjing kl 14.30
og venjingin byrjaði kl 15. Venjingin endaði kl 17. So fóru vit øll heim aftur,  og tá hevði chef Óli gjørt lekkran døgurða. Aftaná tað var tað upp til onkur sjálvi hvat vit gjørdu. Onkur fór enntá at ganga runt í hotellinum bert í svimjibuksum, eitt handklæði og eina hettu. Nógv býtt hendur her í Íslandi.

———–

 

Enn hava vit ikki so nógvar myndir frá sjálvari venjingini. Hetta er orsaka av, at myndamaðurin bleiv kokkur burturav – eitt heiltíðarstarv, sum ikki gevur honum tíð til at fylgja svimjarunum í teirra venjing!!! Men væntandi sunnudagin, tá vit fara ein túr til Bláa Lónið verður fotografurin við, so tá fáa vit væntandi eina størri myndafrásøgn.

Myndirnar hesaferð eru m.a. frá tá vit vóru á einum av okkara innkeypstúrum – hesaferð í Perluni, og frá okkara hotellið, har tey ungu hugna sær í pottunum.

 

 

Fleiri tíðindir aftur leygardagin.